KT-trygd
Í dag verða tað sett stór krøv til øll sum viðgera ella goyma persónsupplýsingar. Krøvini stava frá lógarverki og krøvum frá kundum. Hesi herðast støðugt orsaka av álopum og av nýggjum lógarkrøvum.
Tað krevur vilja og tíð at fáa góða KT-trygd, og hon skal haldast viðlíka. Tí gongur arbeiðið hjá okkum við kundarnar oftast yvir fleiri ár.
Mínboks
Mínboks er almenna talgilda postskipanin í Føroyum og er síðustillað við vanligan papírspost.
Samleikin
Við Samleikanum fært tú eina trygga, einfalda og føroyska skipan, sum gevur tær møguleika at brúka ein og sama hátt at rita inn við.
Mínrokning
Mínrokning ger hvønn mánaða eitt gjaldsyvirlit. Á gjaldsyvirlitinum síggjast allar tær rokningar, sum verða sjálvvirkandi goldnar seinast hendan mánaðan.
- Drúgvar royndir: Meira enn 60 ára royndir við at veita álítandi talgildar KT-loysnir til almenna og privata geiran.
- Smidlig tøkni: Skipanirnar eru sniðgivnar soleiðis, at tær kunnu tillagast ymiskum tørvum hjá stovnum og fyritøkum.
- Skalabart og kostnaðareffektivt: Loysnir, sum virka – óansæð stødd – og veita góða nyttu fyri pengarnar.
Hýsing
Tryggar og álítandi hýsingartænastur, har dátur hjá kundum verða goymdar og handfarnar á tryggum hátt.
Netloysnir
Menning og rakstur av netverkum, sum tryggja skjótt og støðugt internet og innanhýsis samskifti fyri fyritøkur og stovnar.
Menning av skipanum
Sersniðaðar KT-loysnir, sum verða mentar fyri at nøkta serstakar tørvir hjá kundum, eitt nú fíggjarskipanir og gjaldsskipanir.
Gjaldsloysnir
Skipanir, sum loyva tryggum og smidligum gjaldingum, bæði fyri privatkundar og vinnufyritøkur.
KT-trygd
Ráðgeving og loysnir, sum tryggja, at dátur og skipanir hjá kundum eru vardar móti hóttanum sum t.d. hacking og phishing.
Prentloysnir
Tænastur, sum fevna um prenting, pakking og útbering av skjølum og øðrum tilfari.
Service Desk
Brúkarahjálp og telefontænasta, sum veitir kundum skjóta og professionella hjálp við KT-viðurskiftum.
Tægan
Trygg burturbeining av talgildum eindum, ið hava viðkvæmar dátur, ið ikki mugu koma í skeivar hendur.
KT-trygd er grundarlagið undir framtíðini.
Tanja Lið
Vit hava ábyrgd av at verja dátur og skipanir, so nýggj tøkni kann mennast á tryggum og álítandi grundarlagi.
Hjá Elektron taka vit hesa ábyrgdina í álvara – við framskygdum loysnum, sum tryggja eitt haldbart og álítandi talgilt samfelag.
KT-trygdarleiðari
Mínlækni
Minlaekni.fo er ein talgild tænasta, sum ger samskiftið millum borgaran og læknan einfalt og trygt.
Privat/Alment
Talgildar tænastur
10+ ár
Skattaskipanin
Síðan 1984 hevur Elektron staðið fyri menningini og rakstrinum av føroysku skattaskipanini. Henda skipan hevur gjørt tað møguligt at automatisera skattauppkrevjingina, soleiðis at borgarar og fyritøkur kunnu avgreiða sínar skattaviðurskifti á ein skjótan og tryggan hátt.
Alment
Talgildar tænastur
40+ ár
Mínrokning
Privat/Alment
Tryggar gjaldsloysnir
15+ ár
Mínboks
Alment
Talgildar tænastur
12+