Author: wplunnar

  • Gott úrslit og støðug menning

    Gott úrslit og støðug menning

    Aðalfundur varð hildin fríggjadagin 11. apríl, har Elektron aftur í ár kundi leggja fram eitt sera positivt úrslit og vísa á støðuga framgongd.

    Starvsfólk, leiðsla, nevnd og umboð fyri eigararnar vóru savnaði, tá úrslitið varð lagt fram á ársins aðalfundi. Tað er greitt, at tann góða gongdin heldur fram.

    Úrslitið fyri 2024 var 12,8 mió. kr. eftir skatt.        
    Figgjarstøðan javnvigar við 97,1 mió. kr., og eginognin er bókað til 61,8 mió. kr.

    Elektron hevur samtykt at útluta 5,1 mió. kr. í vinningsbýti til partaeigararnar.

    Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg av nýggjum. Jean Djurhuus heldur fram sum formaður, og Brian Smedemark er næstformaður. Hinir nevndarlimirnir eru Jan Ziskasen og Marner Mortensen, meðan starvsfólkaumboðini eru George Poulsen og Tim Wentzlau.

    Ein støðugur veitari í 60 ár    
    Í ár eru 60 ár liðin, síðan Elektron varð stovnað. Ígjøgnum árini hevur fyritøkan staðið sum ein álítandi veitari av KT-loysnum til bæði almennar og privatar kundar kring alt landið.

    Elektron veitir dygdargóðar heildarloysnir, har trygd, haldføri og rakstrarvissa altíð hava verið í hásæti. Við drúgvum royndum og høgari fakligari vitan hevur fyritøkan verið ein virkin partur av at menna føroyska KT-infrakervið – og hevur við sínum tænastum latið sítt íkast til ein tryggari, smidligari og meira effektivan gerandisdag hjá føroyska borgaranum.

    Elektron arbeiðir miðvíst við at varðveita dygd og álít, og hevur sum mál at skapa varandi virði – fyri kundar, samstarvsfelagar og samfelagið í síni heild.

  • 7 góð ráð fyri at verja seg ímóti phishing

    7 góð ráð fyri at verja seg ímóti phishing

    Vit hava spurt KT-trygdarleiðaran Tanju Lið um phishing – les her, um tú eisini gjarna vilt vita meira um evnið.

    Hvat er phishing?

    Phishing er, tá óndsinnaði fólk royna at lokka teg til at geva teimum upplýsingar, sum kunnu misnýtast. Vanliga fara tey eftir upplýsingum, sum á onkran hátt kunnu geva teimum fíggjarligan vinning.

    Upplýsingar tey vanliga fara eftir eru t.d. brúkaranøvn og loyniorð, bankaupplýsingar og gjaldskortupplýsingar.

    Boðini koma ofta við einum telduposti ella við einum SMS-boði, og aloftast sýnast fyrstu boðini ”óskyldig”.

    Vit síggja fleiri og fleiri phishing-álop, eisini skrivað á føroyskum, og tað gerst tí torførari og torførari at síggja, um talan er um svik.

    Góðu ráðini:

    • Skal man hyggja eftir stavivillum? Ja og nei. Vitlíkið dugir betur og betur føroyskt, og tí hava vit ikki longur ta somu innbygdu verjuna í okkara máli. Tí eru síðstu ráðini, at man skal vera varin við at líta ov nógv á ein vælskrivaðan føroyskan tekst.
    • Kanna avsendaran: Hygg altíð eftir avsendaranum. Sær tpostaddr. røtt út? Plagar tú at fáa tpost frá avsendaranum? Kennir tú telefonummarið? Tú kanst altíð ringja til viðkomandi fyri at tryggja tær, at avsendarin er tann, viðkomandi sær út til at vera.
    • Kanna leinki og viðfest skjøl í tpostinum: Tá tú lesur tpostin ella sms-boðið, vil avsendarin allarhelst hava teg at gera okkurt. Sær leinkið ella navnið á skjalinum løgið út? Trýst so ikki á tað.
    • Lat ongantíð trúnaðarupplýsingar frá tær: Loyniorð o.l. eiga ongantíð at verða latin til aðrar persónar.
    • Anti-virus forrit er tín innbygda trygd: Óansæð, um man er ein persónur ella eitt virki,  eiga øll at hava eitt anti-virus forrit á telduni. Tryggja tær, at teldan hevur eitt virkið og dagført antivirus forrit.
    • Ivast tú? So er einki at ivast í. Einki er so átrokandi, at tað ikki kann bíða, til tú fært tryggjað tær, at tú samskiftir við rætta persón.
    • Tvey-faktor: Tendra tvey-faktor authentikering, har tú hevur møguleika fyri tí.
  • Elektron (næstan) 100% grønt

    Elektron (næstan) 100% grønt

    Í oktober 2024 tók Elektron eina nýggja slóðbrótandi hitaendurvinningsskipan í nýtslu. Hitaendurvinningin er eitt týðandi stig á leiðini móti okkara málum um burðardygd.

    Í oktober 2024 tók Elektron eina nýggja slóðbrótandi hitaendurvinningsskipan í nýtslu. Hitaendurvinningin er eitt týðandi stig á leiðini móti okkara málum um burðardygd, og við hesum kunnu vit nú reka okkara virksemi við næstan 100% grønari orku.

    Endurnýta hitan frá hýsingarstøðini
    Í februar mánaða 2023 undirskrivaðu Elektron og Renovent sáttmála um nýggja, slóðbrótandi orkuskipan. Talan er um orkuloysn, har hitin frá hýsingarstøðini verður endurnýttur og púra avloysir sokallaða svarta orku. Ráðgevandi verkfrøðingar í verkætlanini hava verið Melcon, fyrr Martin E. Leo, ráðgevandi verkfrøðingar.

    Skipanin kølir og viðger luftina í hýsingarstøðini, soleiðis at hýsingarstøðin altíð hevur best møguligu arbeiðsumstøður. Skipanin endurnýtir síðani hitan frá hýsingarstøðini, sum annars hevði verið farin til spillis, til upphiting av bygninginum. Á tann hátt hava vit avloyst sokallaða svarta orku við grønari orku, og vænta at spara umleið 42.500 litrar av olju árliga. Burtursæð frá neyðstreymsgeneratorinum og okkara trimum bilum – sum eftir ætlan verða skiftir út við el-bilar í næstum – hava vit tí nú nærum ongan tørv á olju ella øðrum brennievnum.

    Minkandi ávirkan á umhvørvið
    Henda verkætlan er ein týðandi liður í okkara átøkum at minka um okkara ávirkan á umhvørvið, og tað stuðlar undir okkara mál at røkka einum null-útláti um nøkur fá ár.

    Hetta fer eisini at síggjast aftur í okkara komandi ESG-frágreiðingum, har vit m.a. lýsa okkara orkunýtslu.

    Meira kann lesast um verkætlanina her: https://elektron.fo/news/52/slutt-vid-olju-nyggj-slodbrotandi-orkuskipan-til-elektron 

  • KT-Landsins, Elektron og Fortinet lyfta KT-trygdina hjá tí almenna

    KT-Landsins, Elektron og Fortinet lyfta KT-trygdina hjá tí almenna

    Neteindir og teldur undir KT-Landsins fáa eitt veruligt trygdarlyft ta komandi tíðina. Elektron hevur fingið til uppgávu, at uppseta og veita support til eina nýggja loysn, sum í stuttum skal gera tað gjørligt at varnast frávik í vanliga brúkaramynstrinum.

    Neteindir og teldur undir KT-Landsins fáa eitt veruligt trygdarlyft ta komandi tíðina. Elektron hevur fingið til uppgávu, at uppseta og veita support til eina nýggja loysn, sum í stuttum skal gera tað gjørligt at varnast frávik í vanliga brúkaramynstrinum. Hetta so at man í einari knappari vending kann reagera upp á ymiskt, ið kann benda á, at onkur ella okkurt er í holt við at gera seg inn á undirstøðukervið.

    Við amboðum og tøkni frá Fortinet og einum stórum toymi av serfrøðingum, verða allar eindir settar til at avhenda loggar á sama stað. Loggarnir verða síðani gjøllkannaðir av vitlíki (AI) og serfrøðingum allar dagar og tímar í árinum. Verður okkurt undranarvert staðfest, fer ein sjálvvirkandi skipan í gongd, sum sløkkir eindina, áðrenn meira kann henda. Boð verða samstundis send til Elektron, sum í hesum virkar sum net-vakt og 2nd level support fyri Fortinet og KT-landsins.

    Á rættari leið móti at røkka málum

    Hetta frambrotið er ein stórur liður í at røkka málum nummar 1, 2 og 5 í nettrygdarætlanini, sum varð løgd fram í septembur 2023 av Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum.

    “Hetta er eitt veruligt lyft innan KT-trygd í Føroyum, sum vit vóna kann breiðast út til alt týðandi KT-undirstøðukervi í Føroyum”

    Kristjan Petursson, Tøkni- og Rakstrarleiðari á Elektron. 

  • Góða gongdin heldur fram

    Góða gongdin heldur fram

    Aðalfundur var mikudagin 10. apríl, har Elektron kundi vísa á enn eitt ár við góðum úrsliti.

    Neteindir og teldur undir KT-Landsins fáa eitt veruligt trygdarlyft ta komandi tíðina. Elektron hevur fingið til uppgávu, at uppseta og veita support til eina nýggja loysn, sum í stuttum skal gera tað gjørligt at varnast frávik í vanliga brúkaramynstrinum. Hetta so at man í einari knappari vending kann reagera upp á ymiskt, ið kann benda á, at onkur ella okkurt er í holt við at gera seg inn á undirstøðukervið.

    Við amboðum og tøkni frá Fortinet og einum stórum toymi av serfrøðingum, verða allar eindir settar til at avhenda loggar á sama stað. Loggarnir verða síðani gjøllkannaðir av vitlíki (AI) og serfrøðingum allar dagar og tímar í árinum. Verður okkurt undranarvert staðfest, fer ein sjálvvirkandi skipan í gongd, sum sløkkir eindina, áðrenn meira kann henda. Boð verða samstundis send til Elektron, sum í hesum virkar sum net-vakt og 2nd level support fyri Fortinet og KT-landsins.

    Á rættari leið móti at røkka málum

    Hetta frambrotið er ein stórur liður í at røkka málum nummar 1, 2 og 5 í nettrygdarætlanini, sum varð løgd fram í septembur 2023 av Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum.

    “Hetta er eitt veruligt lyft innan KT-trygd í Føroyum, sum vit vóna kann breiðast út til alt týðandi KT-undirstøðukervi í Føroyum”

    Kristjan Petursson, Tøkni- og Rakstrarleiðari á Elektron. 

  • Elektron er ISO sertifiserað!

    Elektron er ISO sertifiserað!

    Fyrrapartin hósdagin tann 22.02.2024 komu boðini, so Elektron kundi kunngera, at Elektron er fyrsta føroyska KT-fyritøka, ið hevur fingið ISO 27001:2022 sertifisering.

    ISO 27001:2022 er ein altjóða standardur til at stýra KT-trygd við, og sertifiseringin vísir, at Elektron livir upp til settu krøv innan KT-trygd. Haraftrat merkir hetta, at Elektron hevur nøktandi stýring, mannagongdir og annars  livir upp til tey krøv standardurin setir. Eisini lýkur virkið lógarásett krøv og sáttmálakrøv frá kundum viðv. menning, servararakstri og krøv innan net- og hýsingarundirstøðukervi og kundatænastu.

    Von við grannskoðan             
    Hóast grannskoðaravitjan ikki er nakað nýtt á Elektron, er sertifiseringin ein týðandi varði á vegnum, og vísir enn einaferð, at Elektron er á altjóða stigi, tá KT-trygd og góðsku sum heild, umræður. Arbeiðið við slíkum sertifiseringum er við til at menna fyritøkuna, og sertifiseringin kann vissa kundan og borgaran um, at alt er í tryggum hondum.

    Elektron í føroyska samfelagnum                    
    Elektron hevur nógvar royndir at vísa á, eitt nú  hýsingina av Samleikanum, menningina av skattaskipanini og Mínrokning. Alt týðandi lunnar undir føroyska samfelagnum. Elektron hevur frá stovnan í 1965 verið við til at menna tað føroyska samfelagið, og hevur á ymsan hátt skara framúr. Hendan sertifiseringin er einki undantak, og er eitt stórt herðaklapp til leiðslu, starvsfólk og nevndina í Elektron.

    Ulla Joensen, stjóri í Elektron, sigur soleiðis um sertifiseringina: “Vit eru sera fegin um at hava tikið hesa sertifiseringina afturat teimum grannskoðanarkrøvum og sertifiseringum vit annars liva upp til. Hetta er alt við tí endamáli, at bæði vit sjálvi og okkara kundar vita, at vit altíð gera, alt vit kunnu fyri at varðveita okkara trygdarstig.“ 

  • Væleydnaður kundadagur á Staravegi 9

    Væleydnaður kundadagur á Staravegi 9

    Hósdagin í farnu viku varð kundadagur á Elektron. Nógv fólk komu saman ymsastaðni frá, og savnaðust í hugnaligum umstøðum.

    Dagurin byrjaði við at Ulla Joensen, stjóri á Elektron, bjóðaði vælkomin, og síðani varð ein áhugaverdur fyrilestur frá Helga Rasmussen, sálarfrøðingi, í plenum. Hiðanífrá valdu okkara gestir sjálvir hvat teir høvdu hug at vita meira um. Millum annað kundu tey vitjandi fara til eitt prát um Intune/MDM, eitt prát um trygdartilvit, ella eitt prát um virðið av virtuellari patching.

    Alt hetta og meir varð innrammað av hugnaligum tónleiki í steðgunum, ið Kristian Pauli Ellefsen og Torleik Mortensen stóðu fyri, saman við vælsmakkandi brellbitum ið Leivur Ejdesgaard borðreiddi við.

    Til endans kom Marianna Winter og framførdi 3 løg fyri okkum.

    Hesi høvdu prát á degnum:

    Helgi Rasmussen, sjálvstøðugur organisatións-sálarfrøðingur

    Greg Worley, CSO hjá Nemlia og verkætlanarleiðari hjá Tonik

    Hilmar Simonsen, varadekanur og útbúgvingarleiðari fyri KT og verkfrøði á Setrinum

    Tanja Lið, trygdarleiðari hjá Elektron

    Tim Wentzlau, KT-ráðgevi hjá Elektron

    Kaj Heri Joensen, net-serfrøðingur hjá Elektron

    Hjalti Osberg Johansen, system-tøkningur hjá Elektron

    Haldur Suni Johansen hevur tikið myndirnar.