Um
Elektron

Á Elektron raðfesta vit trivnaðin høgt. Her skalt tú sum starvsfólk trívast, fáa hóskandi avbjóðingar og hava møguleikan at menna teg fakliga og persónliga.

  • Drúgvar royndir: Meira enn 60 ára royndir við at veita álítandi talgildar KT-loysnir til almenna og privata geiran.
  • Smidlig tøkni: Skipanirnar eru sniðgivnar soleiðis, at tær kunnu tillagast ymiskum tørvum hjá stovnum og fyritøkum.
  • Skalabart og kostnaðareffektivt: Loysnir, sum virka – óansæð stødd – og veita góða nyttu fyri pengarnar.

Vit trívast við at loysa avbjóðingar og hugsa nýtt. Samstundis leggja vit stóran dent á trivnað, javnvág og at hava eitt umhvørvi, har tað er lætt at vera til – bæði sum arbeiðsfólk og menniskja.

Velur tú Elektron, velur tú eitt arbeiðspláss, har tú kanst gera mun – og vaksa bæði fakliga og persónliga.

2025

P/F Elektron kundi hátíðarhalda sín 60ára stovningardag

Elektron varð stovnað tann 9. septembur í 1965. Sostatt kundi fyritøkan í 2025 hátíðarhalda sín 60ára stovningardag. Hetta merkir eisini, at Elektron er ein av elstu KT-fyritøkum í norðurlondum.

Les meira

Ulla Joensen

Ulla Joensen

Stjóri

+298 295117
Kristjan Petursson

Kristjan Petursson

Deildarleiðari fyri Rakstur & Tøkni

+298 295129
Hans Petur Weihe

Hans Petur Weihe

Deildarleiðari fyri Menning

+298 295107

Send boð til